- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tann eini kupilin burtur
Norðari kupilin á Sornfelli er farin um koll í ódnarveðrinum, sum hevur herjað á jólum. Talan er um tann kupilin, sum radarin stendur inni í.
Fólk frá Landsverki eru í dag farin niðan á Sornfelli fyri at kanna málið, og tey kundu fyri løtu síðani staðfesta, at norðari kupilin er farin.
Trupult at sleppa niðan á
Tvær ferðir síðani tollaksmessudag eru alarmarnir í kuplunum farnir í gongd. Fyrru ferð var talan um tekniskan alarm, seinni ferð fór brandalarmurin í gongd.
Men vánaliga veðrið hevur gjørt tað ógjørligt at fara niðan í kuplarnar fyrr enn í dag. Bogi Vinther, leiðari fyri bygnings viðlíkahaldið hjá Landsverki, er í løtuni staddur á Sornfelli.
Hann hevði ikki stundir at tosa við útvarpið klokkan 14, men segði seg bara kunna staðfesta, at norðari kupilin er koppaður og radarin inni í kuplinum eisini hevur fingið skaða.