- Tíðindi, mentan og ítróttur
Datt oman í heyst: Kom aftur í morgun
Ein maður í Kalsoynni hevði ikki gjørt sær tær stóru vónirnar, at sæð ein av sínum seyðahundum aftur, eftir ein túr í heyst, tá teir vóru í haganum og hegndu.
Í morgun, tríggjar mánaðir eftir at hundurin Døgg datt oman, og flest øll helst høvdu avskrivað seyðahundin, er hann nú komin afturíaftur í øllum góðum.
- Hundurin var vekk sjálvt um væl varð leitað. Í morgun var hundurin aftur í Mikladali, skrivar Jógvan Johannessen í Kalsoynni, ið hevur lagt myndina á Facebook.
Fólk høvdu ongar vónir um, at tey skuldu síggja hundin á lívi aftur. Bakkin, har hundurin datt oman, er høgur, og fallið var ógvusligt, sigur Jógvan Johannessen.
Hóast hundurin er komin aftur í øllum góðum, eru nógvir ósvaraðir spurningar um, hvar og hvussu hundurin hevur klárað seg sjálvur hesar tríggjar mánaðirnar.