Løgreglumaður deyður av skotløstum

Løgreglumaður deyður av skotløstum
Ein løgreglumaður, sum týsdagin varð skotin á politistøðini í Albertslund uttan fyri Keypmannahavn, er nú deyður av løstunum, hann fekk
Ein 43 ára gamal maður, ið starvast hjá løgregluni í Albertslund, 15 kilometrar vestan fyri Keypmannahavn, er nú deyður av løstunum, hann fekk týsmorgunin, tá hann varð skotin í høvdið
Mynd: dr.dk  
 
07.12.2016 - 15:20

Ein 43 ára gamal løgreglumaður, sum varð skotin í høvdið í gjár, er nú deyður, upplýsir løgreglan í einari almennari fráboðan, ið júst er send út.

Gjáramorgunin varð annars mett, at løgreglumaðurin eftir umstøðunum ikki var í lívsvanda, men tað broyttist, sum leið út á dagin.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tað er við sorg, eg siga hetta. Tankarnir eru hjá avvarðandi og starvsfeløgum, sigur Kim Christiansen, løgreglustjóri hjá Københavns Vestegns Politi.

Løgreglumaðurin, sum nú er deyður, var í ferð við at gera ein løgreglubil kláran, tá ein maður skeyt hann í høvdið við einum stolnum revolvara.

Skottilburðurin fór fram týsmorgunin klokkan 8:15. Bara 40 minuttir seinni handtók løgreglan ein mann, sum nú er varðhaldsfongslaður og skal mentalkannast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981