- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frídømdur fyri harðskap
Frídømdur fyri harðskap
Føroya rættur hevur frídømt ein mann, sum var ákærdur fyri at sligið samliva sín minst tríggjar ferðir í høvdið við nevanum
07.12.2016 - 10:42
Maðurin var ákærdur fyri harðskap, og ákæruvaldið kravdi mannin dømdan fongsulsrevsing. Maðurin noktaði seg sekan.
Tann, sum ákærdi maðurin skuldi hava sligið, vildi ikki geva rættinum frágreiðing um tilburðin.
Kanning á Landssjúkrahúsinum, sama dagin sum hendingin skal hava verið, vísti, at tann, sum sambært ákæruritinum varð sligin, hevði snuddir.
Føroya rættur segði, at tað er ikki prógvað, at maðurin hevur sligið. Hann er tí frídømdur. Statskassin rindar sakarkostnaðin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV