Verja støð móti ferðafólkainnrás

Verja støð móti ferðafólkainnrás
Næsta summar verða ávís støð í Føroyum, hagar nógv útlendsk ferðafólk koma, betur vard móti stóru ferðafólkainnrásini
Ávís støð í Føroyum verða skjótt vard móti ferðafólkainnrás. Millum annað Mykines, har fyriskipanir skulu verja náttúru og fuglalív
 
29.11.2016 - 07:54

Sambært svari frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, sum Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur fingið, verður arbeiðsbólkurin, sum orðar ferðavinnupolitikk, væntandi liðugur fyrst í 2017. 

Tá fer at bera til at skipa ferðavinnuna innanlands betur, sigur landsstýrismaðurin. Fíggjarnevndin spurdi, um hann ætlar at verja smápláss og serliga viðbrekin náttúruøki móti ferðafólkastreyminum.

Gongur skjótari enn ætlað

Serliga verður hugt eftir Mykinesi. Har krevjast fyriskipanir fyri at verja náttúru og fuglalív. Landsstýrismaðurin sigur, at tá hann hevur fingið nýggja ferðavinnupolitikkin, fer hann at avgera, hvat skal gerast.

Í ferðavinnupolitikkinum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum fær fyrst í næsta ári, eru tilmæli um stuðulsskipanir til ferðavinnuátøk og íløgur og tilmæli um, hvussu náttúran kann verjast á skilabestan hátt. 

Tað gongur annars so væl í ferðavinnuni, at málið frá 2013 um at røkka einari milliard krónum í umsetningi í 2020 heldur og væl tað, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344