Dómsviðgerðin liðug: Dómur fellur um eina viku

Dómsviðgerðin liðug: Dómur fellur um eina viku
Hevði skiparin á Anitu verið á brúnni, tá vanlukkan hendi, varð hann blivin ákærdur fyri manndráp av ósketni, kom fram í Føroya rætti í dag
 
18.11.2016 - 16:21

Tað segði Linda Hesselberg, ákæri, tá Føroya rættur í dag endaði sakarmálið um vanlukkuna á garnaskipinum Anitu í februar 2014. 

Skipararnir á Anitu, báðir føroyingar, og reiðaríið, P/f Seta, eru ákærd fyri ikki at hava eitt felags arbeiðsmál um borð á Anitu, eitt mál, sum øll manningin skilti. 

SÍ EISINI Vanlukkan umborð á Anitu ikki kannað enn

Hóast dekkararnir vóru úr Indonesia, vóru ongar mannagongdir um trygdina á teirra máli. Tí bar ikki til at samskifta um millum annað trygdina á skipinum, sigur ákæruvaldið.

Skipararnir og reiðarin játta seg sekar í, at felags arbeiðsmál var ikki, men teir nokta seg sekar í at hava brotið manningarlógina,

SÍ EISINI Seta og landsstýrið í rættin um Anitu

Tað gera teir, tí nýggju menninir, sum mynstraðu, fingu ikki at vita, hvussu arbeiðið var skipað umborð.

Og annar skiparin noktar seg sekan í við grovum ósketni at vera atvoldin til, at ein dekkkari fór fyri borð. 

Hann legði ikki arbeiðið á dekkinum til rættis á forsvarligan hátt. Hann hevði við at gera tað kunnað forðað fyri vanlukkuni, segði Linda Hesselberg. 

SÍ EISINI Anita missir fiskiloyvið

Ákæruvaldið krevur, at skiparin, sum var við, tá vanlukkan hendi, fær eina stutta treytaða fongsulsrevsing, ella 60.000 til 80.000 krónur í bót.

Hin skiparin eigur at fáa 10.000 krónur í bót og reiðaríið 150.000 krónur. Eingi trygdarumboð vóru á Anitu, men ákæra er ikki skrivað um tað brotið.

Verjin, Jens Andrias Vinther, kravdi frídøming í teimum førum, sum teir ákærdu nokta seg sekar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981