- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í sethúsum við Norðskála
Eldur í sethúsum við Norðskála
Ein kvinna og eitt barn vórðu send á sjúkrahús til kanningar eftir at eldur kom í eini hús við Norðskála í nátt
15.11.2016 - 08:09
Eldur var í einum sethúsum við Norðskála í nátt. Eldurin er helst kyknaður í ella við eina sofu. Ein kvinna og eitt barn vóru í húsinum, og tey vaknaðu av, at roykávaringin fór at ýla.
Sunda Sløkkilið kom á staðið og sløkti eldin, og boð vórðu eisini send eftir sjúkrabili, tí móðir og barn vórðu send á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.
Tað er enn ikki greitt, hvussu stóran skaða húsini hava fingið, men tøkningar frá løgregluni fara í morgin at kanna eldin.
Húsini fingu tó stóran roykskaða, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Helgi Magnusarson.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV