- Tíðindi, mentan og ítróttur
Niðurstøða: Arbeiðstrygdin var ikki í lagi
Sambært Arbeiðseftirlitinum gjørdi eitt tipt rør í einum trýsttanga, at ein 41 ára gamal arbeiðsmaður hjá KJ Hydraulikki doyði.
Maðurin var sjálvur annar í ferð við at sandblása tangarnar í einum nótaskipi. Vanlukkan hendi, tá 41 ára gamli maðurin skuldi loysa lokið av trýsttanganum, tí sandur skuldi í tangan.
Men trýstið var ikki farið av tanganum, sum tað átti. Maðurin fekk tí lokið og lítlu sleggjuna, mokaran, sum hann brúkti til at loysa lokið, í høvdið.
Arbeiðið ikki skipað nóg væl
Arbeiðseftirlitið ivast ikki í, at vanlukkan hendi, tí avblásingarørið á trýsttanganum var tipt av sandi. Tí fór alt trýstið ikki av tanganum.
Niðurstøðan hjá Arbeiðseftirlitinum er, at mannagongdin, sum varð brúkt til at loysa lokið, var ótrygg, tryggjað var ikki, at tangin var trýstleysur og lagt var ikki upp fyri, at avblásingarventilurin kundi tippast.
Tí var arbeiðið ikki skipað á fulltryggan hátt. Og tí fær arbeiðsgevarin, KJ Hydraulik, 30.000 krónur í bót.
SÍ EISINI Maður deyður í arbeiðsvanlukku
Trýsttangin er síðani broyttur. Nú er ógjørligt at loysa lokið, uttan at tangin er trýstleysur, skrivar Arbeiðseftirlitið í frágreiðing sínari.
KJ Hydraulik hevur ikki viðmerkingar um niðurstøðuna hjá Arbeiðseftirlitinum.