- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bussur mátti setast í hálku
Bussur mátti setast í hálku
Hálkan í nátt kom óvart á millum annað ein bussførara, ið skuldi eftir fólki í eini bygd í Streymoynni. Hýruvognar máttu fara eftir fólkunum
06.11.2016 - 08:55
Tað varð sera hált á Velbastaðhálsi í nátt. So hált, at tað nóg illa var koyrandi ta einu løtuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Ein bussførari, ið fór til Kirkjubøar eftir fólki, mátti seta bussin frá sær á Velbastaðhálsi, og hýruvognar máttu í staðin sendast eftir fólkunum.
- Tað var hvørki gangandi ella koyrandi, og tað var sera hált frá Norðasta Horni til Velbastaðar, sigur Heri Andreassen, vakthavandi á politistøðini í Havn.
Løgreglan veit ikki um, at tað eisini var so hált aðrastaðni í landinum í nátt. Hóast nógv fólk var í býnum var friðarligt, verður upplýst á politistøðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV