- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlaði ikki at »deila« barnaporno
Tá maðurin hevði skipanina eMule í telduni hjá sær, átti hann at vitað, at onnur fingu tilfarið. Og tað fingu tey, sigur Føroya rættur, hóast ákærdi maðurin segði í rættinum, at hann ikki visti av hesum.
Hann varnaðist tó, at onnur tóku niður myndir og filmar av hansara teldu. Men hann helt, at talan var um samskifti millum hansara teldu og servaran.
Rætturin heldur tað vera óhugsandi, at maðurin ikki varnaðist, at tá hann sjálvur tók niður tilfar, fingu onnur tað eisini av sær sjálvum við skipanini eMule.
SÍ EISINI Dómur fallin í máli um barnaporno
Rætturin sigur, at dómurin er linari enn annars, tí maðurin ikki gjørdi nakað fyri, at onnur fingu barnapornografiskt tilfar frá honum. Hann royndi eisini at avmarka nøgdina av myndum og filmum, sum onnur tóku úr hansara teldu.
Men tað ber tó ikki at gera dómin treytaðan ella døma mannin at gera samfelagstænastu, tí tilfarið so umfatandi og grovt, og tí maðurin bæði hevði og breiddi út barnapornografiskt tilfar, sigur Føroya rættur.
Maðurin fekk tí eitt ár og tríggjar mánaða treytaleysa fongsulsrevsing. Jógvan Páll Lassen, verji hjá dømda manninum, sigur, at teir hava ikki enn tosað um dómurin skal roynast í Landsrættinum ella um maðurin tekur við dóminum.