- Tíðindi, mentan og ítróttur
Herverk á ljósini í gjónni
Kommunan hevur umvælt útgerðina og ljósini rigga nú aftur. Skaðin er mettur at kosta nakrar túsund krónur, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Felagið Gjómaður setti ljós í Gjónna og handaði kommununi ljósini í september í fjør. Kommunan meldar ikki málið til løgregluna í fyrsta umfarið, men tekur í staðin stig til at tryggja at slíkt ikki hendir aftur.
Av trygdarávum vórðu ljós sett í Gjónna í fjør, og tá tey vórðu sett upp, varð mett, at tað var bæði skilagott og áhugavert at tey eisini vóru í litum.
Kommmunan hevur fingið loyvið frá Yvirfriðingarnevndini at lata ljósini lýsa til serlig høvi. Ljósini koma at lýsa aftur í litum síðsta vikuskifti í oktober, tá tónleikatiltak verður við Gjógv.