- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grundlógaravhoyring um rúsevnasmugling
Ein maður um 30 ára aldur er í løtuni til grundlógaravhoyring í rættinum fyri at hava smuglað amfetamin til Føroya, og fyri at hava ein ella fleiri samsekar í lógarbrotinum.
Ákærin kravdi, at grundlógaravhoyringin skuldi verða fyri afturlatnum hurðum, tí upplýsingar kunnu koma fram undir avhoyringini, ið samsek, sum framvegis ganga leys, kunnu fáa nyttu av, og kunnu tarna løgregluni í kanningararbeiðnum.
Kanningararbeiðið ikki liðugt enn
Verjin hjá manninum tók hinvegin ikki undir við afturlatnum hurðum. Hann vísti á, at maðurin hevur játtað seg sekan í at hava smuglað, men hann játtar seg ikki sekan í, at hann skuldi lata amfetaminið til onnur.
Dómarnir avgjørdu, at grundlógaravhoyringin skal fara fram fyri afturlatnum hurðum, tí tað er hetta slagið av málum, og at ein ella fleiri medgerningsmenn kunnu ganga leysir, og tí kanningararbeiðið hjá løgregluni ikki er liðugt enn.
Sostatt fæst ikki at vita, hvussu stóra nøgd av rúsevninum, amfetamin, maðurin skal hava smuglað, og fjølmiðlar og onnur, sum ikki hava við løgreglu ella rættarverkið at gera, vórðu rikin á dyr.