- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki víðari við harðskapsmáli
Ikki víðari við harðskapsmáli
Politiið fer ikki víðari í harðskapsmálinum, sum útvarpið segði frá í gjáramorgun. Tað sigur vakthavandi á politistøðini í morgun
25.09.2016 - 09:42
Politiið fekk fríggjakvøldið fráboðan um, at ein maður hevði sligið ein annan í miðbýnum í Havn. Maðurin fekk fimm sløg, sum sambært eygnavátta, vóru ógrundað.
Men eftir at hava hugsað seg um, tekur maðurin fráboðanina aftur, tí hann heldur tilburðin hava ov lítið upp á seg.
Politiið steðgaði eini 17 ára gamlari gentu í Eysturoynni. Gentan fær bót fyri at koyra bil uttan at hava aldur til tað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV