- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgreglan leitar eftir harðskapsmanni
Løgreglan leitar eftir harðskapsmanni
Løgreglan hevur ikki funnið mannin, sum sambært vitni, sló ein annan mann í Havn í nátt
24.09.2016 - 10:14
Harðskapur var í miðbýnum í Havn í nátt.
Klokkan hálvgum eitt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður hevði sligið ein annan uttanfyri sonevnda Káta Hornið.
Maðurin fekk fimm sløg, sum sambært vitni, vóru ógrundað, sigur vakthavandi løgregluni í Havn. Eftir tilburðin var álopni maðurin fluttur á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan hevur verið heima hjá manninum, sum sló, og sum er sera væl kendur hjá løgregluni; men hann var ikki heima.
Løgreglan ætlar sær tí at leita eftir manninum í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV