- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innlagdur eftir innbrot
Maðurin var sera ávirkaður av heilivági, sum hann, eftir øllum at døma hevði stolið á Apotekinum, og hevði etið.
Tað var tíðliga í morgun, at fólk, sum komu til arbeiðis á Apotekinum í Havn varnaðust, at onkur var í kjallaranum, sum ikki skuldi vera har.
Rýmdi við bussleiðini
Maðurin var komin inn gjøgnum vindeyga í kjallaranum, sum hann hevði brotið. Men innbrotsmaður slapp sær á dyrð, tá hann varnaðist at starvsfólk vóru í bygnginum.
Hann smeyg sær upp í bussleiðina, sum júst steðgaði uttanfyri Apotekið. Starvsfólk sóu mannin, tá hann rýmdi, og hann var stutt eftir handtikin.
Maðurin, miðskeiðis í 50-unum, er gamal kenningur hjá løgregluni, og hann verður avhoyrdur, tá hann er komin fyri seg aftur, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.