- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna orsøkina til eldsbrunan enn
Fólk, sum var til gongu á Tinghúsvegnum, boðaði frá. Fólk á kriminalteknisku deild hjá ríkisløgregluni hava kannað eldsbrunan í Havn.
Hetta varð gjørt, tí løgreglan í Føroyum ikki sjálv fekk staðfest atvoldina til eldin, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur við útvarpið í juli mánaði.
SÍ EISINI Kanna um eldurin varð ásettur
Kriminaltekniska deild kundi staðfesta, at eldurin varð ásettur. Enn er eingin tikin. Men løgreglan hevur avhoyrt fleiri persónar.
Tveir menn, 26 og 29 ára gamlir, vórðu tiknir á politistøðina til avhoyringar sama kvøld, eldsbrunin var. Teir vórðu tó latnir leysir, tí prógvini móti teimum vóru ikki nóg góð.
Nú verður so bíðað eftir úrslitunum av fleiri royndum, sum eru tiknar í AA-húsinum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, í stuttari viðmerking í morgun.