- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talið veksur støðugt
Umleið 60 skaðatilburðir eru meldaðir til løgregluna í nátt og í morgun orsaka av nógva vindinum, og tað verður framhaldandi ringt inn við tilburðum, verður sagt at politistøðini.
Sambært vakthavandi á politistøðini snýr tað seg fyri tað mesta um húsaskaðar - tekjur og klædningar, umframt stillads og trampolinir.
Í Hósvík varðnaðust bygdafólkini klokkan átta í morgun at stilladsið, sum var stillað upp í samband við málaraarbeiði, var dottið niður yvir trýggjar grøvir við kirkjuna. Sambært formanninum í kirkjuráðnum varð stilladsið fest í veggin, men hevur skrykt seg leyst og ein partur av tí varð dottið niður. Tað rakti ein av gravsteinunum, men hesin fekk ikki skaða, sigur Signheðin Davidsen.
Stilladsið er ruddað av vegnum nú, so tað ikki ger meira skaða, sigur hann.