- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriðarligt í miðbýnum í Havn
Ófriðarligt hevur verið við tey ymisku dansistøðini í Havn í nátt, sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini í Havn. Løgreglan varð eisini boðsend til eina hending í miðbýnum tíðliga í morgun.
Tveir mans fóru til hendurs klokkan trý korter til seks í miðbýnum í Havn. Løgreglan hevur avhoyrt fólk, og ger fleiri avhoyringar í dag. Eftir tað skal løgreglan taka støðu til um tað verður eitt harðskapsmál.
Í tveimum øðrum førum rættu fólk, sum vóru í býnum í Havn í nátt, fingurin eftir løgregluni. Tey verða nú ákærd fyri brot á politiviðtøkuna. Bótin fyri tað er 600 krónur.
Løgreglan hevur eisini tikið bilførarar í ferðsluni um vikuskiftið. Ein maður í Sandoynni varð tikin fyri at koyra ávirkaður í gjárkvøldið, og Millum Fjarða tók løgreglan í nátt ein bilførara, sum koyrdi 117 kilometrar um tíman.