- Tíðindi, mentan og ítróttur
Komin í neyð av likkum
Komin í neyð av likkum
Ein kvinna í Klaksvík hevur ringt til løgregluna eftir hjálp, tí likkur í grannalagnum eru í so naskar. Vaksin og børn verða álopin
25.08.2016 - 09:41
- Børnini kunnu ikki ganga eftir vegnum her hjá mær, tí likkurnar skjóta seg niður eftir teimum. Tað sigur Randi Waag Jacobsen í Klaksvík við vp.fo
Tað eru ikki bara børnini, ið likkurnar leypa á. Kvinnan sjálv varð eisini álopin av likkum, tá hon hevði ørindi í postkassanum mikudagin.
Randi Waag Jacobsen er nú so troytt av likkunum, ið gera seg inn á fólk, at hon hevur ringt til løgregluna fyri at vita, um løgreglan kann hjálpa sær.
Enn er ikki greitt, um løgreglan fær hjálpt fólkunum, ið eru plágað av likkunum. Randi Waag Jacobsen roknar við, at løgreglan kemur á staðið í dag, skrivar vp.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV