- Tíðindi, mentan og ítróttur
Enn ein útlendingur dottin oman
Enn ein útlendingur dottin oman
Løgreglan fekk í dag fráboðan um, at ein útlendingur var dottin oman í fjøllunum. Bjargingartyrlan hevur havt úr at gera síðstu vikuna
21.07.2016 - 18:31
Boðini komu umleið klokkan 15 um, at ein maður var dottin oman í Tindhólmi. Maðurin var farin at klintra, tá óhappið hendi.
Maðurin var áhaldsin og datt oman í brattlendi og hevði brotið armin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Rani Wardum.
Neyðugt var tí at senda bjargingartyrluna eftir manninum í Tindhólmi, og maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Hetta er fimti útlendingur síðstu seks dagarnar, ið kemur illa fyri í fjøllunum. Leygarmorgunin doyði ein maður tá hann datt oman í fjøllunum moan fyri Norðragøtu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV