- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tikin fyri at sigla ávirkaður
Løgreglan fekk tíðliga í morgun illgruna til ein bát, ið sigldi úr Nólsoy inn á Havnina. Illgrunin hjá løgregluni vísti seg eisini at vera rættur.
Tá báturin, ið gongur 34 míl, kom Undir Bryggjubakka klokkan 4:20 í morgun, stóð løgreglan fyri teimum seks fólkunum í bátinum.
Tá førarin á bátinum blásti í »ballónina« vísti hon nógv meira enn, hvat loyvt er, fyri at kunna føra bát, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Promillan vísti 1,5
Maðurin hevði drukkið tríggjar ferðir tað, sum er loyvt. Promillan hjá manninum vísti 1,5, meðan hægsta markið sambært lógini er 0,5 promilla.
Blóðroynd varð tikin av manninum, sum førdi bátin ávirkaður. Maðurin, sum eisini sjálvur eigur bátin, verður skuldsettur fyri brot á sjólógina.
Hóast nógv fólk vóru komin saman til ymisk tiltøk um landið í gjár og í nátt, var friðarligt til tey tiltøkini, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.