- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll mál viðgerast í rættinum
Ikki ber til longur at avgreiða slík mál í Føroyum við sektaruppskoti. Tey skulu øll í rættin. Orsøkin er ein lógarbroyting.
Tá tey hjá fútanum varnaðust, at støðan var broytt eftir lógarbroytingina, varð gjørt vart við hetta hjá Heilsumálaráðnum. Tað fyri einum ári síðani.
Heilsumálaráðið vendi sær í januar í ár til danska heilsumálaráðið, sum vildi hava at vita, hvør trupulleikin er.
Frættu einki aftur
Linda Hesselberg hjá Fútaembætinum sigur, at hon svaraði danska heilsumálaráðnum tann 27. februar, har hon greiddi frá støðuni. Síðani hava tey einki frætt.
Skal lógin broytast, skal eitt ríkislógartilmæli gerast, ið skal í Løgtingið og Fólkatingið. Sum lógin nú er vorðin, krevur hon nógv arbeiði bæði hjá ákæruvaldinum og Føroya rætti.
Fólk, sum játta seg sek í at hava eitt nú 0,1 gramm av hashi, skulu ákærast og møta í rættinum. Fyrr bar til at avgreiða slík mál við at geva fólki eina bót.