- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður í 14 dagar
Varðhaldsfongslaður í 14 dagar
Ein 25 ára gamal maður er í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í 14 dagar í einum máli um rúsevnasmugling. Ein annar maður er leyslatin aftur
07.04.2016 - 14:49
25 ára gamli danin og ein føroyingur, um 40 ára aldur, vóru í gjár til grundlógaravhoyring í einum máli um brot á lógina um euforiserandi evni. Danin skal sita avbyrgdur fyrru vikuna..
SÍ EISINI Grundlógaravhoyring fyri afturlatnum hurðum
Føroyingurin er latin leysur, men hann er framvegis skuldsettur í málinum. Danin kom við flogfari til Føroya í gjár, og varð handtikin á flogvøllinum.
Ákærin, Martin Gravesen, vil einki siga um málið, sum varð viðgjørt fyri dupultafturlatnum hurðum. Dómarin tók undir við hesum, og fjølmiðlar og almenningurin vórðu koyrd úr rættarsalinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV