- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verji: Talan er um »misfatan«
- Eingin er dømdur upp á forhond. Tað sigur Bjørn á Heygum, verji hjá kommunulæknanum, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum
Verjin sigur, at kommunulæknin metir seg vera fullkomiliga ósekan í ákærunum. Bjørn á Heygum sigur, at kommunulæknin sigur, at talan má verða um misfatan av tí, sum hann hevur gjørt.
Vil ikki gera samrøðu
- Hann hevur ikki gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, sigur Bjørn á Heygum, verji, í stuttari viðmerking. Hann vil ikki gera samrøðu um málið.
Politiið hevur fingið fýra fráboðanir afturat um kommunulæknan, sum er skuldsettur fyri at hava framt kynsligan ágang móti kvinnum, ið vóru til viðtalu hjá honum.
Til samans hava nú 17 kvinnur meldað læknan. Ákæruvaldið skrivar í løtuni ákæruritið móti kommunulæknanum í sambandi við 13 fráboðanir.
Ákæri: Skilabest at savna málini
Við teimum fráboðanum, sum nú eru komnar afturat, verður hildið, at skilabest er at viðgera allar fráboðanirnar í senn og ikki sum hvør sítt mál, sigur Linda Hesselberg, ákæri.
Kommunulæknin er skuldsettur fyri at hava brotið fyriskipanina um virksemið hjá læknum, og fyri at bróta revsilógina. Hann er skuldsettur fyri annað kynsligt samband enn samlegu og fyri blygdanarskemd.
Bjørn á Heygum, verji, leggur dent á, at eingin er dømdur upp á forhond. Og talið av fráboðanum sigur heldur einki um, um maðurin hevur brotið lógina. Læknin noktar seg sekan í øllum skuldsetingunum.
Leingi áðrenn málið kemur fyri rættinum
Málið kom fram í fjølmiðlunum í juni 2014. Í september sama ár varð hann fyribils loystur úr starvinum sum kommunulækni. Tað vil siga, at málið hevur verið í umbúnað í skjótt tvey ár.
Linda Hesselberg, ákæri, segði í útvarpstíðindunum týskvøldið, at hetta er eitt heilt serligt mál.
Ákæruritið verður klárt í fyrsta lagi í juni. Málið kemur helst ikki fyri í Føroya rætti fyrr enn í heyst, metir ákærin, Linda Hesselberg.