- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagt hald á 2,6 kilo av hassji
Seinastu 10 dagarnar hevur tollvaldið saman við løgregluni lagt hald á 2,6 kilo av hassji, ið kundi verðið selt fyri í minsta lagi 650.000 krónur, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
Páskaaftan klokkan 20:35 bleiv ein 60 ára gamal maður handtikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann royndi at smugla tvey kilo av hassji í viðførinum.
Maðurin bleiv páskadag varðhaldsfongslaður til 20. apríl meðan løgreglan ger nærri kanningar í málinum.
Tveir menn handtiknir í morgun
Í morgun klokkan 05:35 bleiv ein 33 ára gamal maður handtikin umborð á Norrönu, tá maðurin royndi at smugla 600 gram av hassji, hann royndi at fjala í viðførinum.
Klokkan 10:30 bleiv ein 22 ára gamal maður handtikin í miðbýnum í Havn. Tað var hann, ið átti hassjið, sum tann 33 ára gamli royndi at fáa í land av Norrönu
Báðir menninir viðgingu seg sekar. Teir vóru tíðliga seinnapartin dømdir tveir mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing hvør í Føroya Rætti.