- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður funnin lívleysur á sjónum
Maður funnin lívleysur á sjónum
Ein 69 ára gamal maður varð í morgun funnin lívleysur við eitt alibrúk í Hvannasundi. Arbeiðseftirlitið kannar nú málið
29.03.2016 - 16:02
Umleið klokkan 11 fekk løgreglan fráboðan um, at ein 69 ára gamal maður var funnin lívleysur í sjónum við alibrúkið í Hvannasundi beint sunnanfyri byrgingina.
Roynt varð at fáa lív í aftur mannin, men hann stóð ikki til at bjarga.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Andras Marr Poulsen, sigur, at maðurin varð sæddur til arbeiðis í morgun. Arbeiðseftirlitið kannar nú málið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV