- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundur gjørdi av við hønur
Hundur gjørdi av við hønur
Løgreglan leitar í løtuni eftir eigaramanninum hjá einum hundi, sum um vikuskiftið gjørdi av við 17 hønur í Klaksvík
21.03.2016 - 07:33
Í Klaksvík sóknast løgreglan eftir einum hundaeigara. Tað var í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein hundur hevði gjørt av við fleiri hønur í einum høsnagarði í Klaksvík.
Hundurin drap 17 hønur. Summar vóru skræddar sundur. Hundurin var farin inn í ein kjallara, og har varð hann hildin aftur, til løgreglan kom.
Hundurin er ikki merktur, og tí veit løgreglan ikki, hvør eigur hann. Hann er kanska merktur við elektroniskari flís, og tað verður kannað í dag, sigur vaktleiðarin í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV