- Tíðindi, mentan og ítróttur
Saknaða kvinnan ikki komin afturíaftur
Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, síðani løgreglan klokkan 9:25 í morgin sendi út eina eftirlýsing um eina kvinnu, ið síðst varð sædd leygarkvøldið.
- Vit hava fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum arbeiða í náttarlívinum, ið siga seg hava sæð kvinnuna, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Í løtuni hevur løgreglan kortini ikki orsøk at taka upp skipaða leiting eftir kvinnuni, sum er eftirlýst, verður upplýst á politistøðini í Havn.
Sædd á skeinkistøðum stutt fyri midnátt
46 ára gamla Elsa Susan Danielsen varð seinast sædd á einum skeinkistaði klokkan 21 leygarkvøldið, og á einum øðrum skeinkistaði áðrenn klokkan 23.
Tað upplýsir løgreglan í eini dagførdari eftirlýsing, ið varð send út stutt fyri klokkan 14. Í dagføringini lýsir løgreglan eisini klæðini, kvinnan var í.
- Hon er 160 cm. høg, kommunufarvað hár, kløn og var ílatin hvítar buksur, ljósa blus og tunnan, myrkan og stuttan dýnujakka, upplýsir løgreglan.
Í samband við saknaðu Elsa Susan Danielsen kunnu vit nú upplýsa, at hon er: - 46 ár, kommunufarva hár, umleið 160 cm hø...
Posted by Føroya Politi on 20. mars 2016
Veitst tú, hvar 46 ára gamla Elsa Susan Danielsen er, vil løgreglan fegin frætta tær. Løgreglan hevur telefonnummar 35 14 48.