- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður hótti fólk við øks
Maður hótti fólk við øks
Løgreglan mátti hóskvøldið brúka piparspray til at sissa ein mann í Miðvági, sum gjørdist frá sær sjálvum og hótti fólk við eini øks
11.03.2016 - 09:06
Stutt fyri midnátt vóru boð eftir løgregluni at koma til Miðvágs, tí ein maður varð vorðin óður í høvdinum og hótti fólk við øks.
- Maðurin var frá sær sjálvum og hótti fólk. Vit høvdu varhugan av, at tað var rættiliga álvarsligt, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, við útvarpið.
SÍ EISINI Her greiður vitni frá tí, sum hendi í Miðvági
Tað var klokkan 23:45 hóskvøldið, at løgreglan fekk fleiri fráboðanir frá fólki, ið boðaðu frá, at ein maður var frá sær sjálvum og veipaði við øks.
- Maðurin var illur í sær, og tað var ikki gjørligt at tosa hann til fornuft, so løgreglan mátti brúka piparspray, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV