- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslaður fyri hóttanir
Varðhaldsfongslaður fyri hóttanir
Maðurin, sum varð tikin í Mykinesi sunnudagin, er varðhaldsfongslaður í eina viku, meðan løgreglan kannar málið
10.03.2016 - 15:15
Fólk í Mykinesi kendu seg ótrygg av einum manni, sum hótti tey, og tí varð løgreglan boðsend. Løgreglan sendi fólk við tyrlu út í Mykines at handtaka mannin.
Handtøkan varð longd tríggjar ferðir 24 tímar, og fyrrapartin kom skuldsetti maðurin fyri rættin, sum varðhaldsfongslaði hann til 17. mars, meðan málið verður kannað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV