- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov nógv harðskapsmál
Løgreglan er farin undir eitt átak, sum er, at fleiri løgreglufólk eru úti sunnumorgnar í Havn. Hetta fyri at minka um harðsskapin, ið sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn hevur vundið upp á seg í seinastuni. Løgreglan er til staðar út á náttina, tá fólk av álvara fara í býin og savnast á skeinkistøðum.
- Brúka vit farnu nátt sum mátistokk, er talan um eitt væleydnað átak, tí einki harðsskapsmál var meldað í Havn, sigur vakthavandi. Sambært honum verður hetta leisturin, at fleiri løgreglufólk eru úti í náttárlívinum – bæði á gøtuni og á skeinkistøðum.
Hóast einki harðsskapsmál varð meldað í Havn, var tað onkur í Klaksvík, sum ikki dugdi at skikka sær væl og blakaði eitt glas í høvdið á einum øðrum. Hetta hevur løgreglan skrásett sum harðsskapsmál. Og viðkomandi, sum fekk glasið í høvdið, mátti á skaðastovuna og fekk nakrar pentur.
Annars var eitt ferðsluóhapp nær við Landsfjósið norðan fyri Kollafjørð í nátt, har ein bilur fór út av vegnum. Fýra fólk vóru í bilinum, ein ung kvinna, sum koyrdi bilin, sat føst og mátti klippast leys, áðrenn hon varð koyrd á sjúkrahúsið, tí hon hevði ilt.