- Tíðindi, mentan og ítróttur
Máttu flyta fanga til Danmarkar við skipi
Varðhaldið í Mjørkadali helt seg ikki til at hýsa einum varðhaldsfongslaðum manni, sum tí varð sendur í varðhald í Danmark.
Atlantsflog vildi av trygdarávum ikki flyta mannin við flogfari, og tí var neyðugt at flyta mannin til Danmarkar við Norrönu.
Fimm fólk fylgdu manninum til Danmarkar
Hósdagin í farnu viku fóru fýra løgreglufólk og ein fangavørður við manninum til Danmarkar. Illveður var á ferðini, og tí bar ikki til at hava mannin avbyrgdan í tí rúminum sum var riggað til til ferðina.
Neyðugt var at flyta mannin í eitt rúm longur niðri í skipinum, sigur Hildur Hentze, leiðari í kriminaldeildini. Hon sigur, at manningin syrgdi fyri, at alt gekk so væl sum tað kundi.
Tá Norröna kom til Hirtshals, tók løgreglan í Norðurjyllandi ímóti føroyska liðnum, og flutti varðhaldsfongslaða mannin og hini til Keypmannahavnar, har maðurin nú situr í varðhaldi.
Óvist um varðhaldsfongslingin skal leingjast
Maðurin er varðhaldsfongslaður til 19. februar. Tí er spurningurin um neyðugt verður at leingja varðhaldsfongslingina.
So skal maðurin flytast aftur til Føroya, um hann ikki gongur við til at varðhaldsfongslingin verður longd, uttan rættarfund. Tað kann hann góðtaka, og so sleppur hann frá flutninginum.
Hildur Hentze sigur, at løgreglan arbeiðir av øllum alvi fyri at fáa málini ímóti manninum savnað saman, so hann kann koma fyri rættin, tá varðhaldsfongsilingin er úti tann 19. februar.