- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldsettur fyri svik móti landskassanum
Skuldsettur fyri svik móti landskassanum
Grundarlag er fyri at skuldseta ein mann um 40 ára aldur fyri svik móti landskassanum, heldur løgreglan, ið hevur kannað eitt mál um bilasølu
20.01.2016 - 16:02
Ein maður, um 40 ára aldur, er skuldsettur fyri svik móti landskassanum. Løgreglan framdi mánadag umfatandi rannsókn hjá einari bilasølu í Havn, har hald varð lagt á fleiri bilar.
SÍ EISINI Kanna um bilasøla hevur snýtt landskassan
Talan er um eina av teimum bilasølunum, ið innflytur fínar og brúktar bilar. Løgreglan hevur nú lagt hald á til samans fimm bilar.
Akstovan eri uppi í málinum, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, í stuttari viðmerking. Útvarpið skilir, maðurin skal hava givið skeivar upplýsingar um innfluttar bilar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV