- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilførari dømdur fyri skilaleysa koyring
Tað avgjørdi Føroya rættur í gjár. Ein 59 ára gamal maður, sum súkklaði í tunlinum, doyði, tá ein bilur rendi á hann. Bæði bilurin og súkklan koyrdu sama veg.
Bilførarin, sum sambært ákæruritinum er føddur í 1943, fekk 20 dagbøtur á 300 krónur, tilsamans 6.000 krónur, og hann misti koyrikortið, men tó treytað.
SÍ EISINI Súkklari deyður í ferðsluvanlukku
Hann missir ikki koyrikortið, um hann ikki hevur gjørt seg sekan í lógarbroti, sum ger, at hann missir koyrikortið, áðrenn trý ár eru farin frá endaliga dóminum í málinum um ferðsluvanlukkuna í Kollafjarðartunlinum.
Bilførarin er dømdur fyri at bróta ferðslulógina og revsilógina, fyri manndráp av ósketni. Hann noktaði seg sekan. Rætturin hoyrdi átta vitni í málinum.
Bilførarin átti at sæð mannin á súkklu
Sambært ákæruritinum var maðurin á súkkluni í endurskinsvesti, men kortini sá bilførarin hann ikki. Tað eru ikki linnandi umstøður, at maðurin á súkkluni, sambært tí, sum rætturin fekk at vita, koyrdi ótrygt og var nakað inni á vegnum.
Hendan súkklingin var ikki uttan fyri tað, sum kann væntast. Ferðin hjá bilinum var okkurt um 80 km/t, sambært ákæruritinum.
Føroya rættur sigur í dóminum, at bilførarin í eina góða løtu átti at sæð mannin á súkkluni framman fyri bilin, og tí er hann sekur í báðum ákærunum.