- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjuinnbrot framvegis ein gáta
Løgreglan fær ikki loyst málið um innbrotini í seks føroyskar kirkjur í fjør. Tí hevur løgreglan í dag boðað kirkjuráðunum frá, at greiða ikki fæst á málinum.
Eingin uppgerð er tøk, sum kann vátta, hvussu nógvir pengar vórðu tiknir, men mett verður, at talan var um nakrar túsund krónur, sigur leiðarin á krimnaldeildini, Hildur Hentze.
SÍ EISINI Løgreglan stendur á berum í kirkjuinnbrotum
Í fjørsummar varð staðfest, at innbrot hevði verið í kirkjuni í Tjørnuvík, at kirkjubúsan varð brotin upp, og pengarnir horvnir.
Tað gekk ikki long tíð fyrr enn fleiri kirkjur boðaðu frá innbroti, og at pengar vóru horvnir. Umframt Tjørnuvík var talan um kirkjuna við Norðskála, í Hvannasundi, Christianskirkjuna í Klaksvík, kirkjuna í Miðvági og kirkjuna í Sandavági.
Hava lagt nógva orku í kanningararbeiðið
Talan var um óvanlig innbrot, tí vanligt hevði verið, at kirkjurnar fingu frið. Løgreglan fór alt fyri eitt undir at kanna málið, og legði nógva orku í kanningina, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.
Tosað varð við fleiri fólk, sum søgdu seg hava hoyrt ymiskt, sjónbandaupptøkur vórðu kannaðar, bæði tær í undirsjóvartunlunum og á øðrum almennum støðum.
Løgreglan fekk nógvar upplýsingar frá fólki um, hvør ella hvørji tey kundu vera, sum høvdu brotið inn í kirkjurnar.
Vita ikki, hvussu nógvur peningur varð stolin
Eftir drúgt kanningararbeiði, er løgreglan kortini noydd at staðfesta, at hon ikki kemur á mál, og tí verður ikki meir orka løgd í kanningararbeiðið, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.
Hon hevur tí í dag kunnað kirkjuráðini um, at løgreglan ikki fær gjørt meir við málið, og at greiða ikki verður fingin á stuldrinum í kirkjunum, staðfestir Hildur Hentze.
Eingin uppgerð finst av, hvussu nógvar pengar talan er um, men eftir teimum upplýsingum sum løgreglan hevur fingið, er talan um nakrar túsund krónur, sigur leiðarin á kriminaldeildini.