Nýggjar skuldsetingar um kynslig misbrot

Nýggjar skuldsetingar um kynslig misbrot
Skuldsetingarnar móti einum ungum manni, ið situr í varðhaldi fyri eina neyðtøkuroynd, vaksa nú í vavi og tali
Nýggjar skuldsetingar eru komnar móti einum 20 ára gomlum manni, síðani hann varð varðhaldsfongslaður fyri eina neyðtøkuroynd, ið fór fram fyrst í oktober
 
19.11.2015 - 13:20

Skuldsetingarnar móti 20 ára gamla manninum, sum situr í varðhaldi fyri at hava roynt at hava neyðtikið eina kvinnu við Sjónleikarhúsið í Havn, vaksa í vavi og tali.

Ákæruvaldið hevur nú skuldsett mannin fyri eisini beinleiðis at hava neyðtikið eina eldri kvinnu síðst í 2014.

SÍ EISINI Neyðtøkuroynd: Fleiri gjørt vart við seg

Tá kvinnan síðst í oktober hoyrdi, at ungi maðurin varð varðhaldsfongslaður fyri neyðtøkuroynd, meldaði hon mannin fyri at hava neyðtikið seg síðst í 2014.

Kvinnan, sum er pensiónistur og býr einsamøll, hevur greitt politinum frá, at maðurin á náttartíð kom inn til sín og framdi brotsverkið. Hon segði, at hon ikki hevði meldað hann tá, tí hon tók synd í honum og helt, at honum tørvaði viðgerð.

Men tá kvinnan hevði frætt, at hann aftur var skuldsettur fyri kynsliga brotsgerð, hevði hon tikið avgerð um at melda hann fyri neyðtøku.

SÍ EISINI Løgreglan sóknast eftir vitnum

Maðurin noktar seg sekan í neyðtøku og sigur, at talan var um vanliga samlegu, sum konan hevði givið samtykki til, Aðrar skuldsetingar eru eisini reistar móti manninum nú.

Politiið hevur leitað gjøgnum mál í skjalagoymsluni, sum ikki eru loyst, og har hava tey funnið tvey meld, har lýsingin av manninum líkist tí varðhaldsfongslaða.

Eitt mál er frá mars í ár, har ein kvinna var á veg til hús eftir ein býtúr og verður álopin av einum manni, ið ætlar at gera seg inn á seg. Hon sleppur til rýmingar, tí hon sproytar hárlakk á mannin.

Hyggja nú eisini at eldri málum

Eitt annað mál er frá juli, har ein kvinna somuleiðis er á veg til hús á náttartíð, tá ein maður brádliga tekur í seg. Hon fær skrykt seg leysa og sleppur til rýmingar.

Løgreglan hevur skuldsett mannin fyri hesi bæði málini eisini. Løgreglan kannar framvegis um onnur óloyst mál eru, sum maðurin skal skuldsetast fyri.

Hann er dømdur fyrr fyri kynslig misbrot. Í februar í 2014 varð hann dømdur seks mánaðar fongsul - harav fýra treytaðar - fyri millum annað onnur kynslig misbrot enn samlegu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981