- Tíðindi, mentan og ítróttur
Inn at sita í sjey dagar fyri roynd at smugla hash
100 gram av hashi til egna nýtslu, sum heilivág ímóti ADHD. Tað segði ein 24 ára gamal maður vera orsøkina til, at hann hevði keypt 100 gram av hashi í Danmark fyri 5.000 kr.
Maðurin royndi at koma í land við hashinum, tá Norrøna kom á Havnina í morgun. Fólk frá tollvaldinum fingu illgruna til mannin.
Maðurin vildi ikki lata seg skanna á Landssjúkrahúsinum, um hann hevði hash í sær, og tí helt dómarin, at hann kundi forða kanningararbeiðinum, og tí átti hann ístaðin átti at vera undir eftirliti í sjey dagar.
Royndi at rýma
Maðurin gekk við til at fara í scannara á Landssjúkrahúsinum, fyri at fáa staðfest, um hann hevði hash í sær.
Tá komið varð á Landssjúkrahúsið vildi maðurin ikki í scannaran kortini, og royndi at sleppa til rýmingar. Tí varð hann fluttur á løgreglustøðina, meðan málið varð fyrireikað til rættin.
Í rættinum greiddi ungi maðurin frá, at hann var farin til Danmarkar at spæla poker, og at hann samstundis keypti tey 100 grammini av hashi fyri 5.000 krónur.
Segði hash var viðgerð fyri ADHD
Hashið brúkti hann sum heilivág fyri ADHD, og at tað virkaði væl betri enn vanligi heilivágurin. Tað hevur hann gjørt seinastu fýra árini. Hann metti at tey 100 grammini vóru til tveir mánaðir.
Maðurin segði at hann hevði latið løgregluni hashið. Tá hann varð spurdur, hví hann ikki vildi í scannaran, segði hann, at hann hevði fingið álvarsligan skaða á prutli, og hevði fleiri jarnplátur í kroppinum.
Hann hevði fingið at vita frá læknum, at tað ikki var skilagott at fara í røntguna, og tí valdi hann at gera eftir boðunum frá teimum.
Kærdi ikki avgerðina til Landsrættin
Ákæruvaldið bað um, at maðurin í fyrsta lagi skuldi skannast fyri hash í sær, og í øðrum lagi at hann var varðhaldsfongslaður í minsta lagi 3 ferðir 24 tímar, so tað kundi staðfestast um hann hevði hash í sær.
Verjin mótmælti varðhaldsfongslingini. Hann vísti á, at 24 ára gamli maðurin hevði viðgingið at hann hevði smuglað hash, og at hann hevði latið løgregluni hashið, og tí var eingin orsøk til at varðhaldsfongsla hann.
Dómarin umhugsaði støðuna eina løtu, áðrenn hyann gjørdi av, at 24 ára gamli maðurin skuldi verða í varðhaldi í sjey dagar, so eftirlit kundi vera við, um hann hevði hash í sær, tá hann ikki vildi í scannaran. Maðurin kærdi ikki avgerðina til landsrættin.