Dømdur fyri heimildarsvik

Dømdur fyri heimildarsvik
Levi Mørk, fyrrverandi leiðari í Frítíðarskúlanum, varð á middegi dømdur fyri heimildarsvik í Føroya rætti. Óvist er um dómurin verður kærdur
Fyrrverandi leiðarin í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 og býráðspolitikari hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, Levi Mørk, varð í dag dømdur fyri heimildarsvik, mandatsvik
 
04.11.2015 - 12:55

Fyrrverandi leiðarin í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 og býráðspolitikari hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, Levi Mørk, varð í dag dømdur fyri heimildarsvik, mandatsvik.

Føroya rættur gav honum fekk treytaðan dóm, tríggjar mánaðir, og royndartíðin er eitt ár. Í hesum árinum skal hann vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og gera 80 tíma ólønta samfelagstænastu.

Hann skal eisini rinda sakarkostnaðin. Men hann skal ikki rinda Tórshavnar kommunu 49.000 kr., sum kravt varð.

SÍ EISINI Verjin ynskir frídøming

Føroya rættur sigur, at Levi Mørk ávísti einari kvinnu, sum gjørdi reint í Klubb 188, løn fyri ov nógvar tímar, fleiri tímar enn starvið var normerað til og fleiri tímar enn kvinnan sjálv segði, hon arbeiddi.

Hann visti, sigur rætturin, at hann skrivaði ov nógvar tímar, tá hann boðaði umsitingini hjá kommununi frá, hvussu nógvar tímar, kvinnan hevði arbeitt. So hann misbrúkti støðu sína sum leiðari.

Men tímarnir vóru ikki so nógvir, sum Tórshavnar kommuna og ákæruvaldið vilja vera við. Tað er ikki prógvað, sigur rætturin. Kvinnan hevur sjálv goldið kommununi 60.000 kr. aftur.

SÍ EISINI Noktar seg sekan: Ákærdur fyri heimildarsvik

Tað svarar til tað, sum hon fekk ov nógv í løn í 2012 og 2013. Tí skal Levi Mørk ikki rinda 49.000 kr. Vil kommunan hava tær, noyðist hon sjálv at stevna eftir teimum.

Kravið hjá kommununi var 109.000 kr. Og tí vóru 49.000 kr. eftir, tá kvinnan hevði goldið 60.000 kr. Rætturin sigur, at dómurin er treytaður, tí persónligu viðurskiftini hjá Levi Mørk eru góð, og hann er ikki revsaður áður.

Tað er ikki prógvað, sigur rætturin, at Levi Mørk sjálvur fekk nakran vinning burtur úr at ávísa kvinnuni ov nógva løn. Christian Andreassen, verji, sigur, at teir hava ikki avgjørt enn, um málið skal roynast í Landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Fríggjadag 22. november
Góðan morgun Føroyar
184019
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981