- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flokkarnir fundast hvør sær
Flokkarnir fundast hvør sær
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsøkn viðgera nú støðuna innanhýsis, eftir at teir eru komnir ásamt um samgonguskjalið og málsbýtið
13.09.2015 - 16:51
Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi fór á fund beint aftaná døgurða at umrøða hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum. Fyri einum tíma síðani var fundurin ikki liðugur.
Tingingarnar flokkana millum vóru av seint í nátt, og í dag eru komandi samgonguflokkarnir farnir hvør til sítt at finna fólkini, sum skulu manna landsstýrið.
Sum skilst fer leiðslan hjá Javnaðarflokkinum ikki á fund fyrr enn í annakvøld.
Framsókn fer á fund nú klokkan 17.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV