- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki tikið avgerð um annan flokk - enn
- Hetta er ein rímiliga drastisk avgerð hjá mær at taka hetta stigið, og eg skal líka fóta mær aftur, áðrenn eg taki nakra aðra avgerð, segði Annika Olsen við útvarpið.
Hon vil sostatt ikki vátta, at hon er á veg í Framsókn, hóast tað hevur ljóðað at hon var á veg í flokkin hjá Poul Michelsen, síðani hon mikudagin boðaði frá, at hon rýmir úr Fólkaflokkinum.
Ein av teimum, sum væntaði at Annika Olsen var á veg í Framsókn, er Eirikur Lindenskov, politiskur viðmerkjari, sum Góðan morgun Føroyar tosaði við fyrr í morgun.
- Tað kann bara tulkast, sum hon (Annika Olsen, red.) er á veg í Framsókn," segði Eirikur Lindenskov millum annað í samrøðuni í útvarpinum í morgun.
Avgerðin ikki tikin í skundi
Hóast tað kom óvart á øll mikudagin, at Annika Olsen rýmir úr Fólkaflokkinum, varð avgerðin um at rýma úr Fólkaflokkinum ikki tikin í skundi, sigur hon við útvarpið.
- Tað er ikki alt, sum sær dagsins ljós. Eg havi gjørt floksleiðsluna varuga við nøkur ting áðrenn eg tók meg úr Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen.
Hoyr alla samrøðuna, sum Beinta Løwe hevði við Anniku Olsen í tíðindunum klokkan 10, her: Útvarpstíðindi 10:00