- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingið skal hava nýggjan formann
Tað einasta, sum er greitt undan fólkatingsvalinum, er, at fólkatingið skal hava nýggjan formann ella forkvinnu.
Mogens Lykketoft, sum verður formaður í ST í september, kann ikki fara í farloyvi sum formaður í fólkatinginum, og tí má nýggjur formaður ella forkvinna veljast. Og tað er neyðugt, hóast Helle Thorning-Schmidt heldur fram sum forsætisráðharri.
Mogens Lykketoft var í New York mánadagin, har hann segði seg taka av sessinum sum formaður í ST í eitt ár. Hann byrjar í september, og hann fær farloyvi sum fólkatingslimur, um hann verður valdur aftur, men hann fær ikki farloyvi sum formaður í fólkatinginum.
Tí sleppur Mogens Lykketoft til USA í september, og tann næsti á listanum tekur so sæti í fólkatinginum tað árið, Mogens Lykketoft skal vera í New York.