- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja samráðast um danska fíggjarlóg
Grønlendski flokkurin IA krevur at sleppa upp í part, tá donsku flokkarnir samráðast um fíggjarlógina.
Flokkurin hevur ikki viljað sagt, hvønn tey fara at styðja sum forsætisráðharra, og flokkurin hevur funnist at, at stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt hevur tikið IA sum givið í fólkatinginum, og í alt ov lítlan mun givið politikkinum hjá flokkinum ans.
- Vit eru limir í danska fólkatinginum á jøvnum føti við onnur, sum verða vald, men tað hevur danska stjórnin gloymt. Og vit undrast á, at vit ongantíð eru boðin við til samráðingarnar um fíggjarlógina, sigur Sara Olsvig, forkvinna í IA, við Berlingske Tidende.
Avlýsti fundin
Flokkurin varð boðin við til samráðingarnar um fíggjarlógina í fjørheyst, men Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, avlýsti fundin, stutt áðrenn hann skuldi vera.
Hon finst at, at tað eru fleiri onnur viðurskifti, sum IA hevur áhuga í at vera við til at samráðast um. M.a. nevnir Sara Olsvig verjusamstarvið millum USA, Danmark og Grønland, sum støðin í Thule skal vera partur av. IA krevur nýggjar samráðingar um ta avtaluna.