- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framsókn í andgletti í kvøld
Neyðugt er við eini uppgerð millum Føroyar og Danmark, tí áhugamál okkara eru so ymisk, og veruleikin hevur langt síðani yvirhálað heimastýrislógina.
Tað sigur Framsókn, sum verður í andgletti eftir sjónvarpstíðindini í kvøld .
Flokkurin vísir m.a. á, at meira ræðisrætt Danmark má lata ES, meira fer ES at stjórna føroyska samfelagnum.
Tí mugu føroyingar umboða seg sjálvar, og Føroyar hava egnan uttanríkispolitikk. Tá uppgerðin við Danmark er liðug, eru Føroyar og Danmark ikki longur í ríkisfelagssskapi, men so leingi hann er til, ætlar Framsókn at føra síni sjónarmið fram á Fólkatingi, m.a. tí at verandi fólkatingsumboð arbeiða fyri eini ES tilgongd, sum er í andsøgn við støðuna hjá meginpartinum av Føroya fólki, sigur flokkurin.
Umboð fyri Framsókn í andglettinum eru Hanna Jensen og Poul Michelsen. Bogi Godtfred er vertur.