- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingsval flytur formansfund
Árliga fundurin millum formansskapin á Føroya løgtingi og formansskapin í danska fólkatinginun, sum skuldi vera í næstu viku, er útsettur.
Ætlanin var, at formanskapurin á fólkatingi skuldi koma til Føroya 24. juni.
Men nú fólkatingsval verður 18. juni, og nýggjur formansskapur tekur við eftir valið, er ferðin til Føroya fyribils útsett.
Útsett til í heyst
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur, at enn er ikki greitt, nær formanskapirnir so hittast, men tað verður væntandi einaferð í heyst, sigur hann.
Formanskapirnir á løgtingi og á fólkatingi hittast á hvørjum ári, og londini skiftast um vertskapin.
Endamálið við fundinum er, at formansskapirnir kunna um politisku støðuna í Danmark og í Føroyum og annars viðgera mál, sum hava serligan áhuga og týdning fyri londini bæði.
Í formansskapinum á løgtingi eru Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.