- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimálaráðharrar á vitjan næstu dagarnar
Fiskimálaráðharrar á vitjan næstu dagarnar
Fiksimálaráðharrarnir úr Íslandi, Grønlandi og Álandi og fiskimálaráðharrin úr Seychellunum koma í morgin og verða her til fríggjadagin
01.06.2015 - 08:44
Teir verða við á ráðstevnuni, ”Vøkstur í bláa tilfeinginum í Norðuratlantshavi og Arktis”, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin og mikudagin.
Skipað verður fyri ráðstevnuni í samstarvi við norðurlendsku Havsmiðjuna, FAO og OECD.
Viðgerða politisku umstøðurnar
Ráðstevnan viðger politisku umstøðurnar at skapa vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum, og avbjóðingar í hesum sambandi.
Ráðstevnan viðger eisini, hvørjar møguleikar vinnan hevur at gagnnýta tilfeingið í havinum í framtíðini. Úrslitini av ráðstevnuni verða savnað í eina greining.
Ráðstevnan er partur av skránni hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, ið Føroyar hava formansskapin fyri í 2015.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV