- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til fólkatingið
Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið.
Tað er greitt, nú Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins hevur viðgjørt spurningin um uppstilling av nýggjum, nú flokkurin hevur fingið nýggjan formann.
Sjálvstýrisflokkurin hevði annars boðað frá, at hann ikki fór at stilla upp til fólkatingsvalið.
Tað gjørdi undanfarni floksformaðurin, Kári P. Højgaard, tann 21. oktober í fjør.
Nýggj støða
Men støðan er nú umrødd av nýggjum, og breið semja er í flokkinum um at stilla upp til komandi fólkatingsval, sigur Sjálvstýrisflokkurin í tíðindaskrivi.
Flokkurin hevur gjørt av at stilla tvey valevni upp til fólkatingsvalið. Tey verða formaður floksins, Jógvan Skorheim, og formaðurin í landsnevndini, Pól Jákup Poulsen.
Á seinasta fólkatingsvali 15.september í 2011 fekk Sjálvstýrisflokkurin 483 atkvøður.