Hjálp til háskúlan ávegis

Hjálp til háskúlan ávegis
Mentamálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um loyvi at brúka slakar 1,7 mió. kr. til umvælingar á Føroya Fólkaháskúla.
 
07.05.2015 - 09:55

Háskúlin krevur umvælingar fyri 2,4 mió. kr. 

Fýra bygningar skulu hava nýtt tak fyri 1.500 kr. fermeturin. Og Gamli skúli skal hava 40 vindeygu, tey kosta 25.000 kr. hvørt, so vindeyguni kosta tilsamans eina millión. 

Landsverk hevur gjørt kostnaðarmetingina fyri Háskúlan. 

Landið eigur 70 prosent av kostnaðinum, og sjálvur skal Háskúlin rinda 30 prosent, 900.000 kr.

Húsasøla skal fíggja umvælingarnar

Mentamálaráðið ætlar at fíggja sín part við húsasølum.

Ætlanin er at selja Landaveg 63 fyri 1,8 mió. krónur, Fútalág 40 fyri tvær milliónir og gamla Fiskivinnuskúlan í Vestmanna fyri eina millión.

Tað skuldi givið 4,8 mió. kr. Men so skal Mentamálaráðið keypa skrivstovubygningin hjá Sernámsdeplinum á Frælsinum frá Tórshavnar kommunu fyri hálva triðju millión, so eftir vera 2,3 mió. kr., sigur Mentamálaráðið í skrivinum til Fíggjarnevndina.

Og Mentamálaráðið spyr, um tað kann brúka slaka 1,7 milliónir av teimum 2,3 til Háskúlan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468