- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tørvur á kjaki um, hvørjar Føroyar vit ynskja
Tað er tørvur á einum grundleggjandi kjaki um, hvørjar Føroyar vit ynskja.
- Við føroyskum loysnum og rættvísi í huga mugu vit seta okkum sum mál, at í Føroyum er pláss fyri øllum, tí tað ber væl til, um seta okkum spurningin: "Hvørjar Føroyar ynskja vit?", sigur Tjóðveldi í yvirlýsningini.
Um vinnuna sigur Tjóðveldi, at vinnan skal ikki brandskattast, men skal lata sín part til samfelagið við tí fyritreyt, at hon framvegis fær virka til fulnar. Vinnan skal lata sín part, tí tá fáa vit bæði eitt ríkt vinnulív og ríkidømið út í hvørt heim í landinum, sigur Tjóðveldi.
Tjóðveldi heldur, at neyðugt er við stjóranrskifti í landinum, so nýggir dreymar og visjónir sleppa framat. Kjakið um haldførið, fíggjarkarmar, flóttafólk og annað er líkamikið, um vit ikki vita, hvønn veg vit fara, ella hvørjar Føroyar vit ynskja, sigur Tjóðveldi.