- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær frágreiðingar leggjast fram
Løgmaður fer at leggja fram sínar uttanríkispolitisku ætlanir fram á løgtingi. Løgmaður sigur, at hann heldur, at Føroyar sjáldan áður hava rokkið so góð úrslit á uttanríkispolitiska økinum sum júst hetta valskeiðið.
Løgmaður nevndi millum annað fríhandilssáttmálan við Turkaland, landgrunsmálið og silda- og makrelmálið.
Hann viðgongur tó, at avbjóðingarnar á uttanríkispolitiska pallinum framvegis eru stórar, og tí sigur hann seg vóna, at aðalorðaskiftið um frágreiðingina, sum verður mánadagin, verður eitt kveikjandi kjak.
Heildarætlanin um kynsligan ágang eisini løgd fram
Hin frágreiðingin, sum verður løgd fram í dag, er heildarætlanin um kynsligan ágang, sum landsstýriskvinnan í almannamálum fekk í mars.
Átta átøk eru í heildarætlanini, og arbeiðsbólkurin, sum gjørdi heildarætlanina, metti, at tey fara at kosta 4,8 mió. kr. býttar millum árini 2016, 2017 og 2018.
Átøkini fevna um viðgerðartilboð, upplýsing og kunning, tilbúgvingarætlan, átøk, sum venda sær til fólk og felagsskapir, sum fáast við børn í frítíðini, og átøk fyri fólk við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum.
Peningurin má finnast
Annika Olsen, landsstýriskvinna hevur sagt, at tey átta átøkini eiga at setast íverk, og at pengar mugu finnast til hetta.
Í álitinum um kynsligan ágang var spurningin um fyrningarfreist viðgjørdur, men greið støða var ikki tikin til, hvørt fyrningarfreistin í málum um kynsligan ágang eigur at verða tikin av ella longd.
Annika Olsen, landsstýriskvinna segði fyri nøkrum vikum síðani, at hon vónar, at spurningurin um fyrningarfreist og spurningurin um hvørt revsiramman kann hækkast, verður ein partur av aðalorðaskiftinum, sum verður týsdagin í næstu viku.