- Tíðindi, mentan og ítróttur
Donsk fólkaatkvøða ávirkan í Føroyum og Grønlandi
Úrslitið av fólkaatkvøðuni í Danmark um fyrivarnini, sum Danmark hevur viðvíkjandi løgreglu og dómsvaldi í ES, kann fáa avleiðingar í Føroyum og Grønlandi, hóast londini ikki eru í ES.
Í seinasta lagi í mars næsta ár verða veljararnir í Danmark spurdir, um Danmark skal strika síni fyrivarni og í staðin fyri velja tær ES fyriskipanir um løgreglu og dómsvald, sum Danmark vil hava.
Hetta kann hava við sær broytingar hjá løgregluni og dómsvaldi í Føroyum og Grønlandi, hevur grønlendska kringvarpið, KNR, fingið upplýst frá danska Løgmálaráðnum.
Danska stjórnin og aðrir flokkar í fólkatinginum vilja strika fyrivarnini fyri at kunna vera við í stríðnum hjá ES móti brotsgerðum, sum ikki virða landamørk.
Úr Europol
Vandi er fyri, at Danmark ikki sleppur at halda fram í Europol, sum er løgreglusamstarvið hjá ES, um Danmark ikki broytir síni fyrivarni.
Gevur fólkaatkvøðan undirtøku fyri at strika fyrivarnini, kann Danmark velja at seta í gildi 22 nýggjar reglur hjá løgreglu og dómsvaldi at virka eftir, so sum reglur um fólkahandil og kynsligan yvirgang móti børnum, sum ES vil hava at vera eins í øllum limalondunum.
Sambært Løgmálaráðnum í Keypmannahavn fáa landsstýrini í Føroyum og Grønlandi broytingar, sum fara at ávirka londini, til hoyringar.
Landsstýrið fyrireikar seg
Landsstýrið í Føroyum er farið at fyrireika seg til møguligar broytingar eftir fólkaatkvøðuna, millum annað tí tað kann henda, at avgerðarrættur verður fluttur úr Keypmannahavn til Brússel, men avgerðarrætturin viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi framvegis verður í Keypmannahavn.
Fundir hava eisini verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um málið.